FANDOM


Includes CC-BY-SA content from Wikipedia's Star Wars Episode I: Hulduhóttanin article (authors)

Star Wars Episode I: Hulduhóttanin (upprunaheiti: Star Wars Episode I: The Phantom Menace , amerikanskur filmur av George Lucas frá 1999. The Phantom Menace var tann fjórði Star Wars-filmurin ið varð gjørdur, sum tann fyrsti prequel (undansøgu) parturin í Star Wars-søguni, við frumsýning 22 ár eftir fyrsta Star Wars filmin Ein nýggj vón ið kom út í 1977.

Søgan

Filmurin fylgir Jediriddaranum Qui-Gon Jinn og hjálpara hansara Obi-Wan Kenobi ið fylgja og verja Drotning Amidalu á ferðini frá planetini Naboo til planetina Coruscant í vónini um at fáa ein friðaligan enda á eini víðfevnandi interplanetariskari handils-ósemju. Filmurin sýnir eisini ein ungan Anakin Skywalker áðrenn hann gjørdist Jedi-riddari, her framvístur sum ein ungur trælur ið tykist serstakliga sterkur og sýnir eina spírandi megi frá Forsuni, og sum noyðist at stríðast við tí gátuføru afturkomu Sithanna.